Innanlands

Sjey vikur síðani seinastu koronatilburðirnar

10.607 kanningar eru gjørdar - tær seinastu 4.337 hava verið negativar

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2020-06-10 14:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

22.apríl fingu tvey fólk í Føroyum staðfest koronavirus. Síðani hava 4.337 kanningar verið framdar - eingin av teimum hevur verið positiv. 

Í alt eru 10.607 kanningar gjørdar. Heilsumálaráðið upplýsir, at 148 kanningar vórðu gjørdar í gjár.

Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest koronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder