Innanlands

Sjógæti: Afturkallingin umfatar nú eisini frysta kaldroykta vøru

Eins og við hinum fiskavørunum, sum eru afturkallaðar seinastu tíðina, er tað vandin fyri Listeria bakterium, sum er orsøkin

Mynd: Heilsufrøðiliga starvsstovan

Mynd: Heilsufrøðiliga starvsstovan

2021-04-09 13:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Afturkallingin av fiski hjá Sjógæti umfatar nú eisini frystar kaldroyktar vørur, sum eru pakkaðar í tíðarskeiðnum 05.10.2020 til og við 26.03.21.

Orsøkin er, eins og við hinum vørunum, at Listeria monocytogenes er ávíst í nøkrum av vørunum.

– Kanningar hava staðfest at Listeria monocytogenes er ávíst í nøkrum vørum í oktober 2020 og í marts 2021. Vandi er tí fyri at listeria monocytogenes eisini kann vera í aðrari vøru framleidd í hesum tíðarskeiði, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Infektión við bakteriuni Listeria monocytogenes kann vera sera vandamikil. Sjúkueyðkenni líkjast teimum, sum mann fær, um mann hevur beinkrím – fepur, høvuðpína og í onkrum førum maga/tarm trupuleikar.

Talan er um kaldroykta vøru frá Sjógæti, sum er pakkað í áður nevndu tíðarskeiðunum. Vøran kann verða seld undir søluheitinum Rinka.

Brúkarar verða bidnir um at lata vøruna innaftur, har hon er keypt ella at beina hana burtur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder