2022-10-04 07:29
Í kvøld savnast sjómanskvinnuringarnir í Vágum, Streymoy, Eysturoy og í Norðoyggjum í Leguhúsinum í Nesvík.
Á skránni verður felagssangur, Argjakórið fer at syngja og Símun P. Jacobsen hevvur andakt. Síðani fer Frants Jensen og greiða frá føroyskari sjómansmissión í Íslandi gjøgnum 100 ár, og Torleif Johannesen fer at greiða frá nýggju bókini: “Tænandi kvinnur – søgan um sjómanskvinnuringarnar”.
Høvið verður at keypa bókina og at geva eina gávu til Sjómansmissiónina. Aftaná verður drekka og hugni. Tiltakið byrjar kl. 19.30
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald