2020-11-01 10:26

Í dag, 1. november, er allahalgannadagur og eisini minningardagur teirra sjólátnu. Sum siður er, so skipar Føroyska Sjómansmissiónin tí í dag fyri minningarhaldi teirra sjólátnu.
Minningarhaldið verður á Vinnuháskúlanum í Havn klokkan 14.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, talar, og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, hevur andakt.
Aftaná verður farið niðan í viðarlundina, har løgmaður leggur krans vegna Føroya fólk, og prestur hevur bøn og lýsir signing.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald