Innanlands

Video: Enn ein mikudagsvenjing fyri pensjónistar

Í verandi støðu leggur Fysioterapeuttoymi í Tórshavnar kommunu, hvønn mikudag venjingar út

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-04-15 14:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Páskirnar eru farnar afturum, og eins og beint áðrenn hátíðina er mikudagsvenjing á skránni.

Hesa ferð er tað Jákup Petur Eliassen, ið stendur fyri venjingini.

Nú pensjónistar í Tórshavnar kommunu ikki kunnu savnast til venjing, verður ein nýggj venjing til pensjónistar løgd út á heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu hvønn mikudag fyrrapart.

Tað er Fysioterapeuttoymi í Tórshavnar kommunu, sum stendur fyri venjingunum. 

- Tit pensjónistar kunnu gera venjingarnar við tykkara egnu ferð, og tit gera tað, sum tit kunnu og klára. Tað er væl lov at leypa onkran partin um, um tit ikki eru før fyri at gera júst tað.

Pensjónistarnir eru vælkomnir at gera somu venjing fríggjadagin, skrivar toymið eisini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder