2020-02-29 19:34
Tað er sera nógvur vindur vestanfyri. Sløkkiliðið í Vága Kommunu hevur havt heilt nógv at gjørt í allan dag.
Hetta skrivar jn.fo, ið eisini legði sjónbandi hjá Maluni Guðmundsen, ið sæst omanfyri, út
Fyrr í kvøld stríddist Sørvágs sløkkilið at tryggja tekjuna á svimjihøllini í Sørvági. Sambært jn.vó hava sera hvassar hvirlur gjørt skaða á hendan og aðrar bygningar í bygdini í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald