Hvussu er tað at vera tannáringur, sum leggur alt lív sítt út á sosialar miðlar, men sum samstundis innast inni stríðist? Tað er júst hetta, sum sjónleikurin Hvat f**k sker? er um. Leikurin verður framførdur í Norðurlandahúsinum í morgin, mikudagin 19. apríl klokkan 19.30.
Leikurin snýr seg um Maju, sum heldur tað vera ringt at tosa um kenslur við familjuna og vinir. Alt meðan hon stríðist við einari loyniligari avbjóðing, byrja tey kring hana at gita, hvør hennara trupulleiki er. Er hon blivin forelskað? Tekur hon rúsevni? Er hon við barn? Er hon blivin ein av teimum víðgongdu?
Hvat f**k sker? verður framførdur í sambandi við Frítt Flog – festivalur fyri børn og ung í Norðurlandahúsinum. Leikurin er ætlaður til tannáringar og vaksin og er framleiddur av norska leikbólkinum NIE.
Norðurlandahúsið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald