“Drunken Sailor”, “Wellerman”, “Santiana” og “Bones in the Ocean” fara at ljóma um alla bygdina, tá ið The Longest Johns fer á pall á sandinum í Syðrugøtu.
Triðja mikudag á rað kunngerð G! eitt stórt útlendskt navn, hesa ferð er tað The Longest Johns úr Bristol, Onglandi.
Tað er torført at ímynda sær nakað hugnaligari enn at standa við sandi millum tærnar á Gøtusandi og anda rákan av sjóroki og syngja enskar sjómansvísur.
The Longest Johns byrjaði at spæla fyri góðum tíggju árum síðani. Frá fyrsta degi vóru teir drivnir av reinum alski til sjómansvísur.
Tá ið teirra innspæling av gamla lagnum “The Wellerman” tók dik á seg, fóru øll brádliga at práta um "Sea Shanties". Hetta setti gongd í alla ta alduna, sum fleiri onnur síðani eisini hava riðið væl á.
The Longest Johns hevur latið úr hondum fleiri útgávur við gomlum sjómansvísum og egnum tilfari. Komandi várkemur bólkurin aftur við einari nýggjari útgávu.
Teir syngja og spæla lystiliga á m.a. pumpuorgul, gittar og mandolin, og onkuntíð tríva teir í reinan a capella sang. Tað er hjartaligt, inniligt, erligt og ikki sørt sjórænarasligt.
Higartil hevur G! festivalurin kunngjørt, at Of Monsters and Men, Ash Olsen og The Longest Johns vera millum nøvnini á G!, komandi mikudag verður enn ein avdúking.
G! Festivalurin verður 18. til 20. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald