Eins og aðrastaðni, er nakað av dramatikki kring skipanina av nýggjum kommunustýri á Strondum eftir kommunuvalið.
Fyrstvalda á nýggja kvinnulistanum, Noomi Káradóttir Rasmussen, var ímóti, at fundurin um vikuskiftið, har nývalda kommunustýrið í Sjóvar kommunu skipaði seg, var fyri afturlatnum hurðum.
Noomi fekk ongan nevndarsess og hevur kært fundin, sum kann verða ógildaður, til hægri myndugleikar.
Sí eisini:
Kommunustýrið í Sjóvar kommunu skipað seg
Fekk ongan nevndarsess
Sitandi kommunustýrið var savnað í gjárkvøldið, og samtykti tá fíggjarlógina fyri 2025.
Greitt er, at hall fer at vera á beint yvir 15 milliónir í fíggjarætlanini. Hetta verður fíggjað við lántøku.
Inntøkurnar verða størri enn útreiðslurnar, men íløgurnar vera rímiliga nógvar og hava virði á 23,2 milliónir.
Barnafrádrátturin í Sjóvar kommunu hækkar eisini við 1.000 krónum: Til 8.000 krónir um mánaðin. Skattaprosentið verður óbroytt á 21 prosentum.
Tøl úr fíggjarætlanini hjá Sjóvar kommunu
Inntøkur: kr. 73.008.600
Útreiðslur: kr. 64.962.700
Rentur/rentustuðul: kr. 2.698.300
Avlop: kr. 8.045.900
Avdráttir: kr. 5.603.600
Íløgur: kr. 23.202.400
Hall: kr. 15.156.500 (Sum verður fíggjað við lántøku)
Skattaprosentið verður verandi á 21 prosentum
Barnafrádrátturin verður 8.000 krónur - hækkað við 1.000 krónum
Tøl: sjovar.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald