
Starvsfólkini í køkinum á Landssjúkrahúsinum hava gjørt serlig páskaregg til sjúklingarnar, sum eru innløgd á páskum.
- Tey vanligu marsipan og sjokulátaeggini eru altíð góð og smakka sera væl, men tað eru tíverri ikki øll, sum hava møguleikan at fáa sær av teimum, skrivar Landssjúkrahúsið.
- Fyri starvsfólk í køkinum hevur tað týdning, at nógv verður gjørt burturúr, so eisini tey við tyggi- og svølgi avbjóðingum, gluten- og laktosu ovurviðkvæmi, sjúklingar í dialysuviðgerð og innløgd børn fáa okkurt gott á páskum. Tí hava starvsfólkini í køkinum, aftur í ár, gjørt heimagjørd kinderegg til børnini og grating egg til tey, ið hava tyggi- og svølgi avbjóðingar, sigur Landssjúkrahúsið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald