Innanlands

Sjúkrahúsini heita á at avmarka vitjanirnar

Sjúkrahúsini mæla nú avvarðandi hjá sjúklingum til at avmarka vitjanirnar, og ynskja at fólk ringja og avtala eina vitjan og ikki bara møta upp

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2020-03-12 15:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Súkrahúsini mæla nú avvarðandi hjá sjúklingum til at avmarka vitjanirnar á deildunum til avvarðandi og nærfamilju. Hesar avmarkingarnar verða settar í verk fyri at minka um smittuvandan hjá sjúklingum og starvsfólkum.

Avvarðandi og nærfamilja verða biðin um at seta seg í samband við viðkomandi deild á sjúkrahúsinum fyri at avtala møguliga vitjan, boða sjúkrahúsini frá.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder