placeholder
Innanlands

Sjúkrahúsverkið bakkar: Tey sum ikki eru koppsett kunnu vitja á sjúkrahúsunum aftur

Spurningurin um sjúkrahúsleiðslan gjørdi mismun á fólki var tikin upp í politisku skipanini sunnudagin. Sjúkrahúsverkið bakkar nú, og sigur, at øll nú aftur kunnu vitja á sjúkrahúsunum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-08-03 17:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað hevur verið krav at vera koppsettur, um tú skuldi vjtja tíni kæru, sum lógu innløgd á sjúkrahúsunum kring landið. Men hetta er nú broytt.

- Fyri at verja innlagdar sjúklingar, hevur Sjúkrahúsverkið áhaldandi tillagað umstøðurnar innanhýsis í mun til smittuvandan í samfelagnum. Nú smittutalið er minkað, ber aftur til at vitja á sjúkrahúsinum uttan serlig fyrilit, sigur Sjúkrahúsverkið í fráboðan í dag.

Sagt verður, at tað framvegis er galdandi at um vitjandi hava verið uttanlands, skulu tey hava negativa kanning, áðrenn vitjað verður.

Spurningurin um at sjúkrahúsleiðslan gjørdi mismun á fólki var tikin upp í politisku skipanini sunnudagin, tá Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, boðaði frá grein 52 fyrispurningini til Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum.

Hann spurdi hvør orsøkin var og eisini hvør munurin á einum koppsettum persóni og einum ikki koppsettum persóni er, um báðir hava eina galdandi negativa koronu-test.

- Tað hevur alla tíðina verið almenni politikkur samgongunnar, at ikki skal gerast munur á koppsettum og ikki koppsettum í landi okkara. Skrivið (frá Sjúkrahúsverkinum, red.) ger álvarsligan mun á borgarum í Føroyum, hóast allir gjalda sama skatt til somu tænastur, sigur Bill Justinussen, løgtingsmaður, í viðmerkingunum til fyrispurningin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder