2020-11-03 15:47

Margit Stórá, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum, váttar fyri Kringvarpinum, at Sjúkrahúsverk Føroya hevur fingið undantak til 57 vaktir komandi samdøgrið frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Hetta var tað, sum Sjúkrahúsverki bað um fyri at halda eitt trygt virksemi koyrandi.
Undantakið kemur á degnum, sum kann gerast tann seinasti, har sjúkrarøktarfrøðingarnir eru í verkfalli.
Semingsstovnurin var fyrrapartin á fundi við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, og í kvøld fer Semingsstovnurin at handað pørtunum eitt seminguppskot, sum teir skulu svara í morgin.
Les eisini: Semingsuppskot á veg - fyriliggur í kvøld
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald