Innanlands

Sjúkrahúsverkið hevur nýtt umleið 30 milliónir til koronukanningar

Harav eru tólv og ein hálv millión flutt til Thetis fyri greiningar, løn og útgerð. So at siga restin er farin til Heilsufrøðiligu Starvstovuna, ið stendur fyri greiningum. Hetta útgreinar Kaj Leo Holm Johannesen í svari uppá fyrispurning frá Beintu Løwe

2021-08-25 08:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í svari uppá grein 52 fyrispurning frá Beintu Løwe um koronukanningar avdúkar landstýrismaðurin, at tær beint yvir 402.000 koronukanningarnar í Føroyum hava kostað sjúkrahúsverkinum umleið 30 milliónir krónur - tað eru umleið 15 milliónir fyri hvørt árið.

Í fyrispurninginum vildi landstýriskvinnan fyri Tjóðveldi vita, hvussu nógv landið/heilsuverkið hevið rindað privatum kanningarstovum fyri at taka sær av COVID-19 kanningum síðani mars mánað í fjør, tá koronufarsóttin byrjaði og higartil í ár. Í viðmerkingunum nevndi Beinta Løwe, at Landssjúkrahúsið í fjør valdi at útveita COVID-19 kanningar til privatar fyritøkur.

[object Object]
Beinta Løwe setti fram spurningin, nú eitt og eitt hálvt ár eftir, at koronafarsóttin gjørdi sítt inntriv í føroyska samfelagið 

Landstýrismaðurin hevur avmakrað svarið til at fevna um tær kanningar, ið sjúkrahúsverkið skipar fyri. Hann nevnir, at síðani á heysti í fjør hevur Sjúkrahúsverkið samstarvað við privatu fyritøkurnar Smyril Line og Thetis um at skipa og standa fyri koronukanningunumá Eystaru bryggju í Havn.

- Harumframt greinar Thetis umleið helvtina av øllum teimum kanningum, sum Sjúkrahúsverkið hevur ábyrgd av. Heilsufrøðiliga Starvsstovan greinar hina helvtina. Samanumtikið hevur samstarvið við øll verið fyrimyndarligt.

Í stuttum kann sigast, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan greinar kanningar fyri Sjúkrahúsverkið, ið saman við Thetis ger koronukanningar í Føroyum. Sjúkrahúsverkið hevur evstu ábyrgdina av teimum kanningum, ið verða framdar í sjúkrahúsverkinum, verður sligið fast í svarinum.

Kaj Leo Holm Johannesen upplýsir, at av teimum umleið tretivu milliónunum eru 16,5 milliónir fluttar Heilsufrøðiligu starvsstovuni fyri greiningar av kanningum, og 12,6 milliónir eru fluttar til kanningarstovuna Thetis fyri greiningar, løn til tey, sum potað, umframt tað tilfar, sum er neyðugt í sambandi við kanningarnar, t.d. verndarúgerð, potipinnar og gløs. Harumframt eru umleið 900 krónur goldnar til Smyril Line fyri at samskipa fyri sjúkrahúsverkið í mun til kanningar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder