![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Fíggjarmálaráðið hevur í dag havnað okkara uppskoti um semju, hóast nærum einki skilir partarnar fíggjarliga. Hetta líkist eini tilætlaðari roynd at trýsta okkum til at fara í verkfall, sigur Felagið Sjúkrarøktarfrøðingar á heimasíðuni í kvøld.
- Líka síðan samráðingarnar byrjaðu, hevur fíggjarmálaráðið kravt, at vit frásiga okkum rættin at fara í verkfall. Hetta er sjálvandi ikki nakað, ið vit nakrantíð fara góðtaka.
- Men fara vit í verkfall, kann løgtingið, við almennu heilsustøðuni í heiminum sum grundgeving, taka verkfalsrættin frá okkum.
- Tá vit í sambandi við seinastu samráðingar fóru í verkfall, fingu vit endiliga bøtt nakað um skeivleikan millum okkara limir og aðrar yrkisbólkar við líknandi útbúgving.
- Støðan er trupul, tí samstundis sum vit ikki kunnu góðtaka, at Fíggjarmálaráðið heldur fast í søguliga skeivleikanum, so kunnu vit heldur ikki lata tey lóggeva grundleggjandi rættin at fara í verkfall, frá okkum, skrivar felagið.
Støðan verður nú umhugsað, men felagið sigur, at vónin enn er, at Fíggjarmálaráðið kemur aftur til samráðingarborðið.
- Hesa ferð uttan krav um at taka verkfalsrættin og við honum veruliga samráðingarrættin frá okkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald