placeholder
Uttanlands

Sjúkrarøktarfrøðingur í Noregi deyður eftir koppseting við AstraZeneca

Í Noregi eru fleiri heilsustarvsfólk innløgd við blóðtøppi, eftir at tey eru vorðin koppsett, og í Danmark andaðist eisini ein kvinna eina viku eftir, at hon varð koppsett

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2021-03-15 14:09 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein kvinnu, sum starvaðist sum sjúkrarøktarfrøðingur í Noregi, er deyð eftir at hon í farnu viku varð innløgd við blóðtøppi. Kvinnan varð blivin koppsett við koppingarevninum hjá AstraZeneca, skrivar norska heilivágsstýrið í tíðindaskrivi.

Tað var leygardagin, at tað varð kunngjørt, at tríggir persónar, sum starvaðust í norska heilsuverkinum, vórðu blivin innløgd eftir at tey vórðu blivin koppsett við koppingarevninum hjá AstraZeneca.

Samstundis varð upplýst, at ein fjórði persónur – ein kvinna í 30unum – varð deyð av blóðtøppi í heilanum, tíggju dagar eftir, at hon var blivin koppsett.

Hini trý vóru eisini undir 50 ára aldur og høvdu ongar kendar sjúkur frammanundan. Øll fingu blóðtøpp tríggjar til tíggju dagar eftir koppseting.

Sambært norska heilivágsstýrinum, høvdu øll trý blóðtøpp og eitt lágt tal av blóðplátum.

Sambært B.T. hevur danska heilivágsstýrið sæð nakað líknandi hjá eini 60 ára gamlari kvinnu, sum andaðist í farnu viku sjey dagar eftir, at hon varð koppsett við koppingarevni frá AstraZeneca.

Í dag er enn eitt heilsustarvsfólk í Noregi endað á sjúkrahúsi við blóðtøppi.

Bæði danska og norska heilivágsstýrið hava undirstrikað, at tað enn ikki ber til at siga, um samband er millum koppsetingina og blóðtøpp, og AstraZeneca hevur fleiri ferðir víst aftur, at koppingarevni teirra elvir til øktan vanda fyri blóðtøpp.

Kortini hava fleiri lond í Evropa, harímillum Danmark og Noreg, tikið avgerð um fyribils at steðga við at brúka koppingarevnið hjá AstraZeneca, meðan sambandið millum blóðtøpp og koppseting verður kannað nærri.

Onnur lond, harímillum Ongland, Svøríki og Týskland halda tó fram við at brúka koppingarevnið hjá AstraZeneca. Hesi boða samstundis frá, at tey ikki hava fingið líknandi fráboðanir um blóðtøpp millum tey koppsettu.

Heilivágsstýrið hjá ES, EMA, og Heimsheilsustovnurin WHO mæla eisini framvegis til at koppseta við koppingarevninum hjá AstraZeneca.

Les eisini: Illgruni um at koppseting elvir til blóðtøpp

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder