Innanlands

Skaðar fyri 3,5 milliónir krónur í Kalbak og á Sundi

Tórshavnar kommuna ætlar, at umvælingin skal verða liðug í summar.

Hyggja eftir skaðunum (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Hyggja eftir skaðunum (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2020-05-12 13:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í illveðrinum seinast í februar vóru stórir skaðar kring landið. Eitt øki, ið varð rakt, var í Kalbak og á Sundi: Brimskaði kom á bryggjuna á Sundi, omankoyringina til oljubryggjuna og á grundøkið undir Ocean Rainforest.

Hesir skaðarnir eru mettir til 3,5 miliónir krónur, boðar Tórshavnar kommuna frá, ið eisini skrivar, at tryggingarendurgjald verður kannað í løtuni; tað er ivamál um, júst hvussu nógvar skaðar talan er um.

Vinnunevndin í Tórshavnar kommunu hevur eftir uppskoti frá havnameistaranum samtykt at umvæla skaðarnar, soleiðis at umvælingin verður liðug í summar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder