Eisini á Stóru Dímun var av ringasta veðri í gjár. So nógvur var vindurin seinnapartin í gjár, at partar av gomlu grótmúrunum, sum veita bóndahúsunum lívd, bæði eystanfyri og vestanfyri, rapaðu. Tað hendi samstundis.
Eisini ein hjallur vestan fyri garðin fekk skaða. Hann er ikki rapaður, men sum sæst á myndini, stendur hann ógvuliga vindskur.
Bóndafólkini í Dímun skriva soleiðis á Facebook:
”Skaðaveður í Dímun
Í gjár gjørdist veðrið verri, enn vit høvdu væntað.
Morgunin var so hampuligur, men seinnapartin vaks hann skjótt upp í ógvusliga styrki.
Seint seinnapartin hendu størri skaðar í oynni. Størstu skaðanir vóru múranir um húsini og ein hjallur, sum fóru illa í vindinum. Bæði eystari og vestari múranir rapaðu í somu løtu, so tá hevur staðið nógv á.
Í dag hava vit fingið yvirlit yvir skaðar og annars roynt at pjøssa uppá, har tað er neyðugt.
Stórt arbeiðið liggur fyri framman, sum nú skal tilrættisleggjast.”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald