Skal inn til løgtingsformannin klokkan 12

Mánadagin í seinastu viku varð Aksel V. Johannesen útnevndur samráðingarleiðari og fekk sostatt møguleika at royna at skipa nýggja samgongu. Á middegi skal hann til løgtingsformannin at greiða frá, hvussu hevur gingist.

Mánadagin í seinastu viku varð Aksel V. Johannesen útnevndur samráðingarleiðari og hevur síðan tá samráðst um at skipa nýggja landsstýrissamgongu. (Mynd: Sverri Egholm)

Mánadagin í seinastu viku varð Aksel V. Johannesen útnevndur samráðingarleiðari og hevur síðan tá samráðst um at skipa nýggja landsstýrissamgongu. (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-20 11:15 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Allir flokkar uttan Fólkaflokkurin vístu á Aksel V. Johannesen, formann javnaðarfloksins, sum samráðingarleiðara, tá formansumfar var fyrrapartin mánadagin í seinastu viku.

Mánadag og týsdag vóru samráðingar um at skipa nýggja landsstýrissamgongu millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokking og Tjóðveldi. Tann royndin bar ikki á mál.

Síðan mikudagin hava samráðingar verið millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn um at skipa nýggja landsstýrissamgongu. Tær samráðingarnar eru enn í gongd. Klokkan 12 skal Aksel. V. Johannesen inn til løgtingsformannin at greiða frá, hvussu royndirnar at skipa samgongu hava gingist.

Aksel V. Johannesen hevur sagt við Portalin, at um tað gongur væl, so fer hann at siga við løgtingsformannin, at vit hava eina samgongu. Gongur tað minni væl, so fer hann at biðja um longda freist. Og gongur tað heilt illa, so fer hann at siga, at samráðingarnar ikki bóru á mál.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder