Innanlands

Skal mótmælisgonga til fyri at halda ólavsøku?

Fyri at vísa stuðul er gott at fara í føroysk klæði, og byrjað verður við at ganga oman og niðan eftir Vaglinum. Á midnátt verður samlast undir tinghúsinum, har tað verður sungið, verður sagt um mótmælistiltak 29. juli

"Black Lives Matter" mótmælisgonga í Havnini sunnudagin (Mynd: Bjarni Enghamar)

2020-06-09 16:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er fallið nógvum fyri bróstið, at tað um vikuskiftið vóru hundraðtals og kanska fleiri enn túsundfólk tætt pakkað í havnargøtum og mótmæltu, men at ólavsøkan ikki skal bera til at halda á sama hátt, sum vit kenna hana.

Tí verður nú skotið upp at skipa fyri mótmælisgongu móti órættvísi tann 29. juli.

- Fyri at vísa stuðul er gott at fara í føroysk klæði. Byrjað verður við at ganga oman og niðan eftir Vaglinum, oman í Vágsbotn, niðan eftir gongugøtuni osfr., fyri síðan at samlast undir tinghúsinum á midnátt. Síðani verður sungið sum tekin uppá, at vit standa saman móti øllum tí órættvísi ið fer fram, skrivar Toni R. Dam í skemtiligari støðudagføring á Facebook seinnapartin.

200 fólk hava longu dámt støðudagføringina, og hon er eisini farin í umferð á Facebook.

- Luttakarar eru vælkomin at fáa sær ein betri bita áðrenn tiltakið, saman við familiu, vinum og kenningum, umframt at tað er viðmælt at fáa sær “okkurt gott” afturvið matinum, sum tekin uppá felags andan og samanhald. Eisini kann “okkurt gott” stuðla uppundir stemningin og smyrja stemmubondini, so at vit fáa eina so góða mótmælisgongu sum gjørligt, skrivar Toni R. Dam.

- Vónandi verða nógv ið koma og vísa sína ónøgd við alt órættvísi ið fer fram, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder