Innanlands

Skannarin: Almenn móttøka í Klaksvík seinnapartin

Frá klokkan 16 er millum annað møguleiki at koma inn í nýggja MR-kontrollrúmið á Klaksvíkar Sjúkrahús

Fólk fáa møguleika at koma inn í MR-kontrollrúmið, sum hevur fult útsýni inn til 3 Tesla MR-kabinuna (Mynd: Klaksvíkar Sjúkrahús)

Fólk fáa møguleika at koma inn í MR-kontrollrúmið, sum hevur fult útsýni inn til 3 Tesla MR-kabinuna (Mynd: Klaksvíkar Sjúkrahús)

2024-05-21 12:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nógv umrøddi MR-skannarin kom á Klaksvíkar Sjúkrahús síðst í apríl. Tað eru nógv, ið gjarna vilja síggja hann, og í dag er møguleiki til tess.

Klaksvíkar Sjúkrahús skrivar á Facebook-síðu sínari, at týsdagin 21. mai frá klokkan 16, verður skipað fyri móttøku. Hetta er í sambandi við, at 3 Tesla MR-skannarin verður tikin í nýtslu á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

- Fólk fáa møguleika at koma inn í MR-kontrollrúmið, sum hevur fult útsýni inn til 3 Tesla MR-kabinuna.

Tiltakið verður í forhøllini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Á skránni vera røður, og sjúkrahúsið bjóðar kaffi, djús og okkurt gott afturvið.

[object Object]
Mynd: Klaksvíkar Sjúkrahús
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder