Tað er framvegis ikki eydnast nývalda býráðnum í Vági at skipa seg, tí øll vilja ikki møta á fundi eftir rumbli seinastu smáu tvær vikurnar. Tað hevur millum annað havt við sær, at sitandi borgarstjóri, Bjarni Johansen, er farin úr Javnaðarflokkinum.
Tað eydnaðist tó sitandi býráðið at hava fund fríggjakvøldið og samtykkja fíggjarætlanina fyri 2025 við 2. viðgerð.
Hon inniber millum annað lægri skattaprosent (0,20 undir tí sum tað er nú) og íløgur fyri 6,000 mió kr.
Heimasíðan vagur.fo skrivar soleiðis um játtaðu fíggjarætlanina:
Vágs Býráð samtykti á býráðsfundinum fríggjakvøldið 22. novembur 2024 fíggjarætlanina fyri 2025 við 2. viðgerð.
Skattaprosentið fyri 2025 verður lækkað úr 21,10% til 20,90% og barnafrádrátturin verður tann sami 6.250 kr. fyri barni.
Inntøkurnar hjá Vágs Kommunu komandi ár eru mettar til 78,446 mió kr. Rakstrarútreiðslurnar verða 72,857 mió kr., løgurnar verða 6,000 mió kr.
Høvuðstøl í fíggjarætlanini
Skattainntøkurnar hjá Vágs Kommunu eru mettar til 50,800 mió kr., tá er tikin hædd fyri skattalættanum. Eftirlønarskattur er mettur til 18,400 mió kr. DIS, FAS og aðrir frádráttir verða 3,900 mió kr., meðan partafelagsskatturin er mettur til 3,500 mió kr.
Skattalættin kostar áleið 0,5 mió kr. Bjarni Johansen, borgarstjóri gleðist um, at okur í 2025 kunnu aftur lætta um hjá borgarum í Vágs kommunu.
Raksturin av tænastum, sum Vágs Kommuna skipar sjálv og í samstarvi við kommunurnar í Suðuroynni, er í 2025 mettur at kosta áleið 70,457 mió. kr. Hetta er áleið 4,238 mió kr. hægri enn í 2024.
Tað er serliga almanna- og heilsumál, kommunal fyrisiting, umframt mentan og frítíð, sum økja um raksturin. M.a eru rakstrin hækkaður 150 tús. kr. til skitsuprosjekt til eldaríbúðir og 350 tús. kr. til framhald til matarskipan í ansingarskipanini.
Vágs Kommuna fer í 2025 at gera íløgur fyri 6,000 mió krónur
Nakrar av íløgunum sum verða gjørdar í Vágs Kommunu eru hesar:
Vágs Kommuna fer framhaldandi at gera átøk sum skapa trivna fyri vágbingar. Eitt nú verður Virkin Vágur, Eldradagar, Summarskúli, Matarkvøld, Ljósfest o.o tiltøk, sum Vágs Kommuna verður partur av.
Bjarni Johansen, borgarstjóri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald