Uttanlands

Skattestyrelsen: Tveir persónar afturat handtiknir

Tað er, eins og við handtøkuna av 22-ára gamla manninum í seinastu viku, løgreglan í Malmö, ið hevur framt handtøkuna av teimum sviunum

2019-08-22 15:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Svenska løgreglan hevur handtikið og skuldsett tvær mans afturat í málinum um spreingingina í Skattestyrelsen, sum fór fram 6. august. Hetta upplýsir løgreglan í Malmö, og Københavns Politi váttar hetta á Twitter í morgun

- Vit taka álopið sera álvarsamt og halda á við okkara umfatandi kanning av málinum. Vit hava eitt sera gott samstarv við svensku løgregluni, og vit hava góðar vónir í mun til at at fáa brotsmenninar dømdar.

Hetta sigur Brian Belling frá Københavns Politi, ið annars ikki hevur nakað at siga um nýggju handtøkurnar

Løgreglan í Malmö vil heldur ikki siga so nógv, men váttar at talan er um tveir menn, ið eru svenskir stasborgarar. Ein er 22-ára gamal, og ein er 27 ár.

Tað er óvist, hvussu teir báðir mennirnir fyrihalda seg til skuldsetingina, og verji teirra hevur onga viðmerking í løtuni
 
Svenska løgreglan skal áðrenn leygardagin taka avgerð um menninir skulu koma fyri ein dómara, sum so skal taka støðu til, um teir skulu varðhaldsfongslast og flytast til Danmarkar. Hetta hendi við 22-ára gamla manninum, ið var handtikin í seinstu viku - hóast hann noktaði fyri hesum

Les eisini: 22-ára gamli sviin verður fluttir til Danmarkar
 
Ein 23-ára gamal maður, eisini úr Malmö, er framvegis ikki funnin. Hann er eftirlýstir í sambært við spreingingina. 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder