Frá ársskiftinum verður skattaprosentið í Sunda kommunu lækkað við einum hálvum prosentstigi, úr 20,95 niður í 20,45 prosent. Samstundis hækkar barnafrádrátturin við 1.500 krónum, úr 6.500 til 8.000 krónur fyri hvørt barnið.
Á býráðsfundinum í gjár varð málið umrøtt um at lækka skattin og hækka barnafrádráttin við breiðari undirtøku í øllum nevndum. Eitt broytingaruppskot um at lækka skattin við 0,5 prosentstigum heldur enn 0,25 stigum, ið varð tilmælt, varð samtykt.
Broytingin er ein týðandi liður í at lætta um fíggjarliga hjá borgarunum og barnafamiljum í Sunda kommunu.
Fleiri íløgur næsta ár
Fíggjarætlanin fyri 2025 umfatar íløgur fyri 45,6 milliónir krónur. Størstu verkætlanirnar fevna um útstykkingar, læknaviðtaluna við Norðskála, Hvalvíkar skúla, spillvatnskipan í Tjørnuvík og Saksun, vetrarfriðing, kirkjugarðar við Norðskála og í Hósvík, bátahyljar á Oyrarbakka og í Hósvík, náttúrulundina og vegir og lendisgøtur.
Harumframt er dentur m.a. lagdur á at betra um uttanumøkið á dagstovnaøkinum, styrkja viðlíkahaldið av bygningum, og gera átøk innan tilbúgving, vinnuøki, fríðkan og grøna orkuskiftið, umframt at styrkja um veitingareindina, skrivar Sunda kommunu á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald