Innanlands

Skerja virksemið á rannsóknarstovuni á Landssjúkrahúsinum

Blóðroyndir og elektrodiugrafi verður einans tikin av teimum, sum skulu til viðgerð hjá serlækna

(Mynd: Landssjúkrahúsið)

(Mynd: Landssjúkrahúsið)

2020-03-13 12:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri at avmarka smittuvandan av coronavirus til tey veikastu, verða blóðroyndir og EKG einans tikin av teimum, sum skulu til viðgerð hjá serlækna á sjúkrahúsinum.

Tað sigur Landssjúkrakrahúsið í fráboðan í dag.

Hevur tú ávísing frá kommunulækna, sum læknin metir ikki kann bíða, skal kommunulæknin ringja til Rannsóknarstovuna á tel. 304520 og gera avtalu um hetta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder