Innanlands

Skeyt ov nær landi

Ein maður skeyt eftir fugli so nær landi í gjár, at fólk gjørdust bangin og boðaðu løgregluni frá

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-10-18 09:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár klokkan hálvgum tíggju fekk løgreglan fráboðan frá fólk, sum vóru ótrygg, tí at ein maður í einum báti skeyt eftir fugli rættiliga nær við landi í Sandagerði.

Tá løgreglan kom á staðið var viðkomandi tó farin av stað aftur.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at løgreglan hevur fingið fráboðan um fólk, ið skjóta eftir fugli ov nær landi. Eitt nú varð ein maður í Klaksvík raktur av byrsuhøglum fyri gott tveimum vikum síðani, tá tveir mans skutu eftir fugli.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at fuglaveiðulógin er eitt sindur ógreið, tí at ongar greiðar ásetingar eru um, hvussu nær landi ein hevur loyvi at skjóta eftir fugli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder