Innanlands

Skift hølini út við ein hjall

Korona-royndirnar á Klaksvíkar Sjúkrahús verða nú í sjúkrahúsgarðinum

Beint uttanfyri hendan hjallin skulu koronaroyndir nú takast (Mynd: Klaksvíkar Sjúkrahús)

Beint uttanfyri hendan hjallin skulu koronaroyndir nú takast (Mynd: Klaksvíkar Sjúkrahús)

2020-05-12 12:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit hava skift hølini út við ein fittan hjall. So framyvir verður potað í sjúkrahúsgarðinum, ið liggur oman frá Víkavegnum.

Hesum boðar Klaksvíkar Sjúkrahús frá. 

Áður eru kanningarnar fyri korona í Klaksvík gjørdar norðanfyri starvsfólkabygningin við Víkavegin. Klaksvíkar Sjúkrahús hevur gjørt kanningar í beint undir tveir mánaðir, og potað verður millum kl 10 og 11 hvønn gerandisdag.

Klaksvíkar Sjúkrahús skrivar, at ávísing skal til frá kommunulæknanum fyri at verða potaður.

 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder