Eitt bingjuskip hjá Mærsk er álopið tvær ferðir seinasta samdøgrið. Eingin mansskaði var tó umborð á Maersk Hangzhou, meðan fleiri av brotsmonnunum eru druknaðir og harvið deyðir.
Hetta upplýsir amerikanska hervaldi á X.
Tað eru persónar frá sonevndu Houhti-rørsluni, sum standa aftanfyri álopið. Talan er um ein islamistiskan uppreistarbólk, sum hevur valdið í norðara parti av Jemen og hevur samband við iranska stýrið, umframt Hizbollah. Houthi stuðlar Hamas í stríðnum við Ísrael og vil leypa á øll skip, sum hava samband við ísraelsk áhugamál.
Sambært upplýsingunum varð ein hernaðarrakett send eftir Maersk Hangzhou í gjárkvøldið, og tíðliga í morgun royndu limirnir í Houthi at koma umborð á skipið og nýttu hondvápn at skjóta og hótta við. Persónarnir vóru í fýra ymiskum smábátum og vóru umleið 20 metrar frá bingjuskipinum, ið sendi neyðarkall. Ein roynd varð eisini gjørd at verja seg.
Tvær amerikanskar hernaðartyrlur svaraði kallinum. USS EISENHOWER og GRAVELY sendu, sambært hervaldinum, fleiri munnligar ávirngar, Houthi-limirnir skutu ímóti tyrlunum hjá amerikanska flotanum.
- Trylurnar skutu aftur í sjálvsverju og søktu tríggjar av teimum fýra smáu bátunum. Øll manningin umborð á teimum bátunum lat lív. Tann fjórði báturin flýggjaði úr økinum
Maersk Hangzhou siglir undir flagginum hjá Singapore, men danska Mærsk eigur stóra bingjuskipið, skrivar DR. Eingin mansskaði var umborð á skipinum, ið var fyri álopinum, upplýsir Mærsk.
Tað er als ikki óvanligt, at Houhti-rørslan fremur álop á altjóða skip. Sambært hernaðarupplýsingum var hetta álopið nummar 23 í røðini síðani 19. november. Eitt av teimum var rakett-álop móti Maersk Gibraltar fyrr í mánaðinum. Tað fór, eins og tað í gjárkvøldið og í morgun, fram í Bab el-Mandab sundinum. Hetta er stutt frá Jemen.
Hendan hendingin og ótrygga støðan í økinum sum heild gjørdi, at Mærsk fyrr í desember fyribils støðgaði við sigling gjøgnum Suez-veitinum. Hon er tó júst tikin uppaftur, eftir eitt lyfti og hernaðarátak frá USA, sum skal tryggja tryggja sigling í økinum. Tað er tó longu nú greitt, at Mærsk fyribils aftur fer at senda síni skip eftir "umvegnum": Suðurum Suðurafrika. Hetta so at tað ikki er neyðugt at sigla framvið økinum við Yemen, har Houhti-rørslan ger um seg.
Les eisini: Mærsk tekur upp aftur siglingina gjøgnum Reyðahav
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald