Innanlands

Skipanin er trygg og hevur roynst væl

Sjúkrahúsverkið hevur ikki hoyrt frá fólki, at tey halda tað vera óvirðiligt, at avvarðandi mugu hjálpa teimum at bíleggja tíð til koppseting, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum í svari til fyrispurning hjá Beintu Løwe

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-04-21 14:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bíleggingarskipanin til koppseting varð tikin í nýtslu í farna mánað, og Sjúkrahúsverkið metir sum heild, at skipanin hevur roynst væl, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum í svari til fyrispurning hjá Beintu Løwe, tingkvinnu fyri Tjóðveldi.

Beinta Løwe helt, at talgilda bíleggingarskipanin ikki átti at verið einasti møguleikin, og vildi hon tí hava at vita, um ætlanir vóru um at bjóða fólki at bíleggja sær tíð á annan hátt.

Tingkvinnan vísti á, at tað í løtuni er neyðugt hjá fólki, sum ikki duga ella ikki brúka tøknina, at fáa avvarnadi ella onnur at hjálpa sær við m.a. at lata inn upplýsingar um p-talið.

– Hetta kann ikki sigast at vera virðiligt. Tí tað, at tú er 75 ár, merkir ikki, at tú hevur mist allar førleikar, ella at tú er ómynduggjørd. Harumframt er ikki vist, at fólk ynskja at draga onnur inn í síni persónligu viðurskifti, segði Beinta Løwe.

Men Sjúkrahúsverkið hevur ikki hoyrt frá fólki, at tey halda tað vera óvirðiligt, at avvarðandi mugu hjálpa teimum at bíleggja tíð, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

– Sjúkrahúsverkið fylgir neyvt við koppsetingargongdini, og atlit verða tikin til teir spurningar, sum fólk seta á t.d. tlf. 304545. Á henda hátt ber støðugt til at tillaga tey viðurskifti, sum eru ógreið ella skapa trupulleikar, og fer Sjúkrahúsverkið at halda fram við hesum.

Eisini vísir landsstýrismaðurin á, at telefonvegleiðingin hjá Sjúkrahúsverkinum eisini verður nógv brúkt, og at tað er væntandi, av tí at eldri fólk ikki eru eins von við tøkniligar loysnir sum yngri fólk.

Men kortini eru vit í einari tíð, har alt fleiri viðurskifti verða avgreidd talgilt, tí hetta lættar hjá teimum flestu, og eru eldri fólk tí eisini von við, at alt meira verður talgildað, sigur hann.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur tó eisini, at endamálið er at fáa so nógvir føroyingar sum gjørligt koppsettir fyri koronu, og er Sjúkrahúsverkið eisini til reiðar at gera onnur átøk, sum hava til endamáls at gera koppsetingina so atkomuliga sum gjørligt.

Til spurningin hjá Beintu Løwe um, hvørjar avtalur eru gjørdar við eigaran av bíleggingarskipanini, ið er privat fyritøka, um atgongd til upplýsingar í skipanini og handfaring, svaraði landsstýrismaðurin:

– Sjúkrahúsverkið hevur gjørt eina dátuviðgerðaravtalu, sum tryggjar, at handfaringin av upplýsingum verða gjørdar á tryggan hátt, og sum fylgir dátuverndarlógini, bæði hvat viðvíkur handfaring og burturbeining við meira.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder