Løgreglan hevur nú valt at reisa ákæru móti skiparanum á farmaskipinum Mykinesi hjá Smyril Line í sambandi við sorgarleikin 31. august, tá skipið rendi á útróðrarbátin Mars, sum sakk og ein maður lat lív og varð ikki funnin aftur, skrivar tíðindasíðan in.fo
Tíðindablaðið Sosialurin, sum hevur fingið innlit í ákæruritið.
Skiparin á Mykinesi verður millum annað ákærdur fyri, sum vakthavandi navigatørur á brúnni, ikki at hava tryggjað, at tað alla tíðina varð hildin tann neyðuga brúgvarvaktin. Heldur ikki hevur skiparin tryggjað sær, at siglt var sambært góðum sjómansskapi, stendur í ákæruritinum.
Skiparin á Mars eisini ákærdur
Eisini skiparin á glastrevjabátinum Mars, sum yvirlivdi vanlukkuna, er ákærdur fyri ikki at hava tryggjað, at neyðuga útkikkið varð hildið og fyri ikki at hava siglt sambært góðum sjómansskapi.
Fýra vitni skulu avhoyrast í málinum, skrivar in.fo. Verða teir ákærdu funnir sekir, kunnu teir vænta at fáa bót.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald