Skipsatstøðisútbúgvingin á Sjónámi í Klaksvík verður eftir summarfrítíðina eitt sindur øðrvísi skipað. Higartil hevur útbúgvingarleisturin verið, at næmingar, eftir lokið grundskeið á 20 vikur, fáa prógv sum ófulltikin skipsatstøðingur fyri síðani at sigla í minsta lagi 6 mánaðir, áðrenn søkt verður á endaskeiðið á hálvt skúlaár afturat.
Uttanríkis og Mentamálaráðið hevur tikið avgerð um, at gera broytingar í útbúgvingini til skipsatstøðara soleiðis, at endaskeiðið verður lisið sum eitt framhald av grundskeiðnum uttan krav um 6 mánaðar siglingartíð millum bæði skeiðini.
Samstundis verður kravið um 17½ ára aldursmark fyri upptøku slept.
Eftir summarfrítíðina byrjar útbúgvingin tí sum eitt samanhangandi skeið á heilt skúlaár við sama innihaldi sum verandi byrjunar- og endaskeið og fáa tá næmingarnir høvið at taka allan skúlapartin í einum og sostatt fáa prógv sum fulltiknir skipsatstøðingar eftir loknan lestur.
Broytingarnar verða framdar sum ein royndarskipan við heimild í § 7, stk. 1 í løgtingslóg nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o. ø.
– Sjónám vónar at næmingar taka væl ímóti nýggja leistinum og vil minna á at útbúgvingin enn telur sum 18 mánaða siglingstíð fyri tey ið ætla sær at søkja á skipara útbúgving seinni. Tí vilja vit heita á næmingar um at søkja sum skjótast at tryggja sær upptøku eftir summarfrítíðina. Søkjast kann á beinleiðis á heimasíðuni: sjonam.fo, ella umvegis teldupost ella telefon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald