Innanlands

Skjøtil settur á formansskap Norðurlandaráðsins 2020

Kaj Leo H. Johannesen, samstarvsráðharri, var í gjár vertur fyri tiltaki, ið varpaði ljós á komandi danska/føroyska/grønlendska formansskapin fyri Norðurlandaráðharraráðið næsta ár

Mynd: Heilsumálaráðið

Mynd: Heilsumálaráðið

2019-12-12 21:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Landsstýrismenninir fyri orku og fiskivinnu, Helgi Abrahamsen og Jacob Vestergaard, løgdu fram um innihaldið í teirra parti av formansskapinum, og stóra formansskapsorkuverkætlanin var eisini løgd fram.

Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar hava ein so stóran leiklut i formansskapinum, hóast vit hava luttikið fyrr, og staðið á odda fyri verkætlanum, bæði í 2010 og 2015.

- Eg leggi stóran dent á, at Føroyar og okkara umboð í norðurlandasamstarvinum taka hesa uppgávu á seg, og gera sítt allarbesta fyri at skipa fyri góðum fundum og tiltøkum í næsta ár. Vit ynskja jú sterkari umboðan í norðurlandasamstarvinum, og nú hava vit møguleikan at vísa, hvat okkara ískoyti kann verða, sigur Kaj Leo H. Johannesen.

Formansskapurin skiftir frá Íslandi til Danmark/Føroyar/Grønland tann 1. januar. Yvirskipaða heitið er "saman um framtíðar loysnir", og fokus er á tær tríggjar strategisku raðfestingarnar, sum nýggja visiónin hjá norðurlendsku stjórnarleiðarunum stingur út í kortið, fyri samstarvið tey næstu 10 árini: grønu norðurlond, kappingarfør norðurlond og sosialt burðardygg norðurlond.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder