Innanlands

Yvir 10.000 hava fingið triðja prikið

Yvir 92.000 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum. Tað er ikki dagført gjølla seinastu tíggju dagarnar, hvussu tað er býtt ímillum aldursbólkarnar

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2021-12-17 14:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, hósdagin 16. desember, vórðu 621 fólk koppsett fyri koronu. Hetta skrivar korona.fo.

24 fólk vórðu koppsett fyri koronu fyrstu ferð, 68 prik fingu tað seinna, og 529 fólk fingu triðja prikið.

Tað merkir, at nú hava 41.370 fólk fingið fyrru koppsetingina, 40.337 fólk hava fingið koppsetingina tvær ferðir, og nú hava yvir 10.000 - 10.382 fólk - fingið trý prik.

Tilsamans 92.089 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.

Týsdagin, tá Heilsumálaráðið boðaði frá, at nú kunnu børn 5-11 ár koppsetast - ikki fyrst og fremst fyri at verja tey fyri koronu, men fyri at ikki verða hart rakt av sosialt avmarkandi inntrivum, ið verða gjørd at steðga smittuútbreiðsluni  - varð samstundis gjørt upp víðkjandi teimum, sum eru 12-15 ár: Næstan tveir triðingar - 64 prosent - hava fingið tvey prik og 73 prosent eru koppsett.

Tað er ikki greitt, um gongd av álvara er komin á at koppseta yngri børn. Tað framgongur ikki á tølunum, og í "Hagtølum um koppseting", har aldur og øki í landinum verða gjørd upp, er einki dagført síðani 6. desember.

Les eisini: 
Framskunda triðja prik við tveimum vikum
Næstan 75 prosent av teimum í aldrinum 12-15 ár eru koppsett fyri koronu
Nátúrligt órin verjir betri fyri koronu enn koppseting
- Sum bæði lækni og mamma kann eg ikki tiga longur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder