
Á tíðindafundi hósdagin boðaði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður frá, at ætlanin var at øll aftur skulu kannast við landamørkini.
Les eisini: Fara aftur at kanna øll við markið
Leivur Persson, stjóri í Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, sum hevur ábyrgd av at skipa kanningarstøðirnar, sigur við Útvarpið, at hetta eftir ætlan kann byrja einaferð í næstu viku.
Alt er ikki komið uppá pláss enn, men tey eru í tøttum samstarvi við Vága Floghavn um at skipa umstøðurnar soleiðis, at til ber at kanna øll ferðandi, sigur hann.
Eftir ætlan fer landið at rinda fyri koronukanningar restina av 2021, men frá 1. januar er tað ætlanin, at fólk sjálvi skulu gjalda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald