Innanlands

Skorheim hevur kallað inn til skipandi fund

Skjal um samgongusamstarv er undirskrivað, men í morgin, hósdagin, verður nývaldað býráðið í Klaksvík formliga skipað

Meiriluti er funnin uttanum Jógvan Skorheim og Fólkaflokkin. Karl Johansen heldur fram sum borgarstjóri í Klaksvík, og Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Sjálvstýri vera í samgongu saman við Sambandsflokkinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Meiriluti er funnin uttanum Jógvan Skorheim og Fólkaflokkin. Karl Johansen heldur fram sum borgarstjóri í Klaksvík, og Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Sjálvstýri vera í samgongu saman við Sambandsflokkinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-12-11 13:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann og flokkurin fáa ikki slíka ávirkan, sum man ætlaði áðrenn, men ásett er at fyrstvaldi á størsta listanum skal kalla inn til skipandi fund.

Tað hevur Jógvan Skorheim nú gjørt, og í morgin, hósdagin 12. desember klokkan 17.30, fer nývalda býráðið í Klaksvíkar kommuna at formliga skipa seg á almennum fundi.

Hetta verður gjørt júst ein mánaða eftir valið, har Fólkaflokkurin aftur varð nógv størsti flokkur í kommununi við fimm býráðslimum. Sambandsflokkurin og Tjóðveldi høvdu tó eisini góð val, og meiriluti er funnin uttanum Jógvan Skorheim og Fólkaflokkin.

Karl Johansen heldur fram sum borgarstjóri í Klaksvík. Í verandi setu hevur hann verið borgarstjóri og í samgongu við Fólkaflokkin. 

Nú skulu Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Sjálvstýri vera saman við Sambandsflokkinum í býráðssamgongu í einari av størstu kommununum í landinum árini 2025-2028. Tey hava seks býráðslimir samanlagt.

[object Object]
Karl Johansen tók við sum borgarstjóri 1. januar 2021. Nú fekk Sambandsflokkurin ein býráðslim afturat, og 

Heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu skrivar, at skipandi býráðsfundurin verður hildin í Varpinum, har regluligu fundirnir hjá býráðnum nú verða hildnir.

Til ber eisini at lurta eftir býráðsfundinum á stream(.)fo og á FM 98,7. Byrjað verður klokkan 17.30 í morgin.

Sí býráðsskránna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder