Uttanlands

Skotski tjóðskaparflokkurin vann valið

Skotski tjóðskaparflokkurin og Grøni flokkurin, sum báðir ynskja fólkaatkvøðu um loysing, vóru einastu flokkar, sum høvdu framgongd á valinum, og saman hava teir ein meiriluta á 72 í skotska tinginum

Fólkið hevur talað, og bretski forsætisráðharrin hevur onga fólkaræðisliga grund til at nokta skotum eina nýggja fólkaatkvøðu, heldur skotski fyrstiráðharrin og forkvinnan í SNP, Nicola Sturgeon (Mynd: EPA)

Fólkið hevur talað, og bretski forsætisráðharrin hevur onga fólkaræðisliga grund til at nokta skotum eina nýggja fólkaatkvøðu, heldur skotski fyrstiráðharrin og forkvinnan í SNP, Nicola Sturgeon (Mynd: EPA)

2021-05-09 12:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Skotski tjóðskaparflokkurin (SNP) við skotska fyrstaráðharranum, Nicola Sturgeon á odda, gjørdist stóri vinnarin á skotska tjóðartingsvalinum.

Tað var hósdagin, at skotar fóru á val, men orsakað av koronu varð atkvøðuuppteljingin seinkað, og tí varð endaliga úrslitið ikki greitt fyrr enn leygarkvøldið.

SNP, sum ynskir at loysa frá Stórabretlandi, vann 64 av teimum 129 sessunum í skotska tjóðartinginum. Sostatt manglaði flokkurin bert ein sess fyri at fáa einsamallan meiriluta.

Men Grøni flokkurin, sum eins og SNP ynskir nýggja fólkaatkvøðu um loysing, fekk átta sessir, og sostatt kunnu flokkarnir saman skipa stjórn.

SNP fekk ein sess afturat, meðan Grøni flokkurin fekk tveir afturat. Teir vóru einastu flokarnir, sum høvdu framgongd á valinum.

Nicola Sturgeon hevði áðrenn valið gjørt greitt, at hon fór eftir nýggjari fólkaatkvøðu um loysing, og tað er framvegis ætlanin.

Skipað varð fyri fólkaatkvøðu í 2014, har 55 prosent av skotska fólkinum atkvøddi ímóti at loysa frá Stórabretlandi, og sambært bretska forsætisráðharranum er tað ov tíðliga at skipa fyri nýggjari fólkaatkvøðu. Ein slík fólkaatkvøða eigur bert at verða hildin einaferð í hvørjum ættarliði, sigur hann.

Men SNP heldur, sambært TV2, at Brexit hevur broytt støðuna, og ætlar flokkurin, at eitt sjálvstøðugt Skotland skal søkja um limaskap í ES, tí hóast meirilutin av bretska fólkinum atkvøddu fyri at fara úr ES á fólkaatkvøðuni í 2016, atkvøddi meirilutin av skotsku veljarunum fyri at verða verandi.

Nicola Sturgeon, sigur, sambært The Guardian, at tað er fólksins vilji, at skipast skal fyri enn einari fólkaatkvøðu.

Tá hugt verður at valúrslitinum, er eingin fólkaræðislig grund hjá Boris Johnson ella øðrum at nokta skotska fólkinum rættin til at velja teirra egnu framtíð, sigur hon.

SNP ynskir at skipa fyri fólkaatkvøðu í 2023, og fer flokkurin saman við Grøna flokkinum væntandi at leggja stórt trýst á Boris Johnson fyri at fáa eina fólkaatkvøðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder