35 ára gamli maðurin sum er skuldsettur fyri drápsroynd móti embætismanni í tænastu verður varðhaldsfongslaður í fýra vikur.
Tað avgjørdi dómarin til grundlógaravhoyr seinnapartin í dag.
Orsaka av støðuni hjá manninum, kundi hann ikki flytast av Landssjúkrahúsinum og í Føroyarætt seinnapartin, og varðhaldsfongslingin er eisini ein sonevnd “in absentia”, sum merkir at hann verður verandi á sjúkrahúsinum.
Maðurin verður persónliga førdur fram fyri rættin, tá umstøðurnar loyva tí, upplýsir ákæruvaldið.
Grundlógaravhoyringin var fyri afturlatnum hurðum, men upplýst var, at løgreglumaðurin sum fekk skaða varð raktur í andlitið av tveimum høglum og av umleið 30 í hjálmin.
Les eisini: Ákæruvaldið skuldsetur mannin fyri drápsroynd móti embætismanni í tænastu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald