Tað var týsdagin, at ein 18 ára gamal miðnámsskúlanæmingur í býnum Uvalde í amerikanska statinum Texas skeyt frá hond í einum barnaskúla og drap 21 fólk – 19 næmingar og tveir lærarar – og nú verður handfaringin hjá løgregluni av støðuni kannað.
Drápsmaðurin var inni á skúlanum í ein tíma, áðrenn løgreglan skeyt og drap hann, og spurningurin um, hvørt løgreglan brúkti ov langa tíð, kann enda í rættinum.
DR, sum endurgevur tíðindastovuna Reuters, skrivar, at nærum 20 løgreglufólk vóru verandi uttanfyri eina skúlastovu, meðan børn harinni royndu at ringja til alarmsentralin.
Ovasti løgreglumaður á staðnum helt, at 18 ára gamli maðurin var einsamallur í einari skúlastovu um somu tíð, sum løgreglan bíðaði við at troka seg inn.
Tá varð heldur ikki mett, at børnini vóru í nøkrum serligum vanda, og høvdu løgreglufólkini tí stundir at fyrireika seg.
Les eisini: USA: Skotvápn er orsøkin til meginpartin av andlátunum millum ung
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald