Ein skottilburður í amerikanska statinum Texas kravdi í gjár í minsta lagi fimm mannalív. Harafturat vórðu í minsta lagi 21 onnur fólk, harímillum trý løgreglufólk og eitt 17 mánaðar gamalt pinkubarn, særd, skrivar BBC.
Hetta hendi í býunum Odessa og Midland í vestara partinum av Texas. Brotsmaðurin byrjaði at skjóta stutt eftir klokkan trý seinnapartin amerikanska tíð.
Brotsmaðurin skeyt úr bili sínum eftir øðrum á vegnum. Seinni fór hann frá bilinum og stjól ein postbil, sum hann síðani brúkti, meðan hann helt fram at skjóta eftir fólki.
Brotsmaðurin, sum er millum tey deyðu, var lýstur sum ein hvítur maður í 30unum. Ógreitt er, hvat motiv hansara var.
Tað eru bert fýra vikur síðan ein skottilburður í Texas kravdi 22 mannalív. Hetta hendi leygardagin 3. august í einum Walmart-handli í býnum El Paso.
Dagin eftir, sunnudagin 4. august, vórðu níggju fólk skotin til deyðis í býnum Dayton í statinum Ohio.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald