
Standmyndin við Nólsoyar Páll er tikin niður og burturgoymd og bilaferðslan gjøgnum Vágsbotn er støðgað.
Hetta fyri at geva pláss fyri kommunalu skoytibreytini á torginum í Vágsbotni í Havn.
Men arbeiðið verður nú støðgað.
Tað boðaði Annika Olsen, borgarstjóri frá í gjárkvøldið.
Tað hendi á fundi á Hotel Hafnia, sum Annika Olsen og ovastu embætisfólkini hjá kommununi hildu saman við handilslívinum í miðbýnum.
Ónøgdin hevur verið ógvuslig, og hetta kom eisini á fundinum í gjárkvøldið.
Sambært tíðindamiðlinum in.fo, so boðaði Annika Olsen á fundinum frá, at skoytibreytin nú verður tikið burtur aftur. Sambært in.fo hendi hetta “eftir eitt sindur av tutlaríi millum borgarstjóran, kommunustjóran, býarverkfrøðingin og býararkitektin”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald