Tá strandfaraskipið Teistin fyrr í dag skuldi skuldi leggja at bryggju í Skopun, mátti hann bíða eina løtu uttan fyri havnina.
Orsøkin var, at hitt skipið, ið siglir farm millum Gomlurætt og Skopun, Hasfjord, ikki slapp leyst av ferjuskráanum.
Tað hendir viðhvørt, at skráin setir seg fastan. Fyri at fáa skipið leyst aftur, er neyðugt at nullstilla ella re-set'a pumpuna á landi. Men manningin á Hasfjord hevði ikki lykil til pumpuhúsið, og tí var neyðugt at senda boð eftir fólki hjá Landsverki fyri at sleppa inn til tess at fáa pumpuna at virka aftur.
Portalurin hevur tosað við skiparan umborð á Teistanum, sum sigur, at neyðugt var hjá teimum at bíða í nakrar minuttir – ikki so leingi – til Hasfjord var leys aftur og slapp út úr Skopunar Havn. Tilburðurin ávirkaði ikki siglingina hjá Teistanum stórvegis.
- Hatta kundi eins væl verið hent fyri okkum. Munurin er bara tann, at vit hava lykil til pumpuhúsið, sigur skiparin á Teistanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald