Uttanlands

Skrivaðu "nazisvin" á hurðina hjá Mimi Jakobsen

Mimi Jakobsen varð skelkað, tá hon sá seðilin á úthurðini leygarmorgunin

Mimi Jakobsen (Mynd: EPA)

Mimi Jakobsen (Mynd: EPA)

2019-05-12 15:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað var mikuvkødlið, at formaðurin í Stram Kurs, Rasmus Paludan, kallaði Mimi Jakobsen, fyrrvendi politikara og forkvinnu fyri Centrumdemokraterne, fyri "nazi-svin" í Aftenshowet, har tey bæði vóru gestir.

Les eisini: Rasmus Paludan verður meldaður til løgregluna

Útsøgnin kom, eftir at Mimi Jakobsen sjálv hevði sagt um Rasmus Paludan og hansara politikk, at tað minti so nógv um tað, sum hendi í trýatiárunum, at hetta líktist nasistiskari tankagongd.

Rasmus Paludan svaraði, at hann helt at Mimi Jakobsen var tann persónurin í heiminum, sum eftir hansara tykki, líkist mest Adolf Hitler og sjálv er ein nasistur.

Men søgan endar ikki her.

Tá Mimi Jakobsen kom heim leygarmorgunin, hevði onkur eisini klistrað ein seðil á úthurðina hjá henni við orðinum "nazisvin".

- Einki av hesum hevur verið stuttligt, men at koma upp til mín privata bústað og smekka sovorið á hurðina er at fara ov langt," sigur Mimi Jakobsen við B.T.

Málið er síðani meldað til løgregluna.

Síðan Mimi Jakobsen luttók í Aftenshowet saman við Rasmus Paludan, hava fleiri víst samkenslu við henni, men hon hevur eisini fingið brøv frá fólki, sum hava kallað hana ymiskt sum "gamla nazi-hora" og "nazi-súgv" júst sum fleiri hava tikið eina mynd av henni og pápa hennara og viðgjørt myndina, so pápin líkist Hitler, greiður ein skelkað Mimi Jakobsen frá.

Mimi Jakobsen er sannførd um, at hetta er ein roynd at fáa hana at tiga, men tað ætlar hon sær ikki at gera.

- Tað er tað síðsta, eg ætli mær at gera, sigur hon.

Tað var maður hennara, ið legði merki til seðilin á úthurðini leygarmorgunin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder