Innanlands

Skuggatølini í Føroyum framvegis lág: Trý av 960 høvdu andevni móti covid-19

Úrslitið frá seinnu andevniskanningini, sum varð gjørd í november, er nú kunngjørt – Bert 0,3 prosent av luttakarunum høvdu andevni móti covid-19, og sostatt verður mett, at smittufyribyrgjandi tiltøkini í Føroyum hava riggað væl

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-12-11 14:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 21. – 30. november luttóku tilsamans 960 føroyingar í aldrinum 0-98 ár í kanning av skuggatalinum fyri covid-19 – 52 prosent kvinnur og 48 prosent menn.

Hetta svarar til 64 prosent av teimum, sum fingu innbjóðingarbræv. Millum orsøkirnar til, at fleiri ikki tóku av tilboðnum um luttøku var m.a. tað, at ein tað antin ikki fekk fatur á teimum, ella at tey vóru stødd uttanlands. 

Úrslitini av andevniskanningunum vísa, at bert trý av teimum 960 luttakarunum høvdu andevni móti covid-19 í blóðinum. Hetta svarar til 0,3 prosent. Rokna vit hetta um til alt fólkatalið, sum beint nú er 52.854, svarar tað til 165 persónar (hagfrøðiliga liggur rætta talið við 95 prosent vissu millum 32 - 481), skrivar Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í tíðindaskrivi.

– 12 av teimum, sum fingu innbjóðing, høvdu havt korona og lótu tí ikki nýggja blóðroynd. Rokna vit hesi afturat skuggatølunum, verður roknaði títtleikin 1.5 prosent millum 972 tilvildarligar persónar.

Samanbera vit hetta við almenna talið fyri koronasmittaði, sum nú er 520, svarandi til uml. 1% av øllum fólkinum, er roknaða úrslit nakað hægri.

Ein líknandi kanning var gjørd um mánaðarskiftið apríl-mai, har 1.075 fólk luttóku. Tá vóru seks fólk, ið høvdu andevni í blóðinum – 0,6 prosent av luttakaranum. Les meira her.

Niðurstøðan útfrá hesum báðum kanningunum er, at tey almennu koronatølini eru sera eftirfarandi, og at bert heilt fáir føroyingar hava havt smittuna, uttan at vita av tí.

Tískil verður mett, at framferðarhátturin við lættari atgongd til kanning, smittuuppsporan og sóttarhaldi tykist at virka væl, og helst hevur verið avgerandi fyri, at skuggatølini í Føroyum eru so lág.

Kanningarnir er skipaðar á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og evnafrøðiligu greiningarnar eru gjørdar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Verkætlanin er gjørd í samstarvi millum Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Landssjúkrahúsið, Fróðskaparsetur Føroyar og Landslæknan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder