Næmingarnir í framhaldsdeildum kring landið fáa javnan undirvísing í íverksetan, og nógvir hava seinasta árið arbeitt við at finna hugskot til nýggjar vinnur og fyritøkur. SkúlaFM er ein vinnulig verkætlan, har tað snýr seg um at seta egna virki á stovn. Hetta skal eftir æltan vera við skapa eina íverksetaramentan í Føroyum.
Fyri næmingarnar snýr tað seg um at læra at vera sjálvstøðugur vinnurekandi, at arbeiða við egnum hugskotum og at menna hugskot frá tanka til lidna vøru/tænastu, sum skal kunna seljast ella veitast øðrum.
Jenis av Rana, landsstýrismaður í menta- og skúlamálum, setur fyrrpartin stóru finaluna í Spinnarínum í Klaksvík, har næmingarnir skulu leggja fram fyri einum dómarapaneli, sum síðani velur bestu verkætlanina.
Kappingin er fyri skúlanæmingar í 8. 9. og 10. flokkum kring landið. Vinnandi bólkurin fær møguleikan at royna seg í Next Level kappingini í Danmark, sum er líknandi donsk kapping fyri skúlaungdóm.
SkúlaFM er eitt samstarv millum Íverksetarahúsið, Mentamálaráðið og skúlarnar kring landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald