2020-03-01 19:42
Á Giljanesi verður eingin undirvísing fyrr enn mikudagin. Hesum boðar skúlin frá í dag.
Harðar hvirlur fóru illa við skúlabyngininum í gjár, har stórur partur av tekjuni fór í luftina.
Í morgun eydnaðist at festa tekjuna aftur, so at vatn ikki rennur niður í bygningin.
1. flokkur og 2. flokkur møta sum vanligt í skúlanum í Miðvági, men allir flokkar, sum hava skúlagongd á Giljanesi møta ikki í morgin og týsdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald