Innanlands

Skuldsett fyri grovan harðskap móti barninum

Revsiramman, sum skuldsettu fólkini kunnu verða dømd eftir, er 10 ára fongsul

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-11-09 15:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri góðum 14 døgum síðan vóru tvey fólk handtikin og síðan varðhaldsfongslað fyri harðskap móti barni, sum fekk álvarsligan skaða.

Varðhaldsfongslingin av teimum báðum, einum manni og einari kvinnu, varð týsdagin longd við fýra vikum.

Enn hevur ikki verið nógv at frætta frá løgreglini um málið, annað enn at talan er um grovan harðskap. Men útvarpið visti á middegi at siga, at ungu fólkini eru skuldsett fyri harðskap móti einum tríggjar mánaða gomlum barni. Og skuldsetingin er eftir grein 246 í revsilógini, sum er um grovasta harðskapin, sum kann geva fongsul upp í 10 ár.

Les eisini: Fongslingin longd í fýra vikur

Les eisini: Tvey fólk fongslað fyri harðskap móti barni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder