Innanlands

Skuldsettur fyri at stjala úr handli

Seinnapartin í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at onkur hevði stolið úr einum handli í høvuðsstaðnum

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2020-04-24 11:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at onkur hevði stolið úr einum handli í høvuðsstaðnum. Viðkomandi hevði verið og keypt í handlinum og hevði tikið okkurt afturat uttan at gjalda fyri tað.

Hóast fráboðanin kom í gjár, er hetta hent nakað áðrenn, sigur løgreglan. Handilsfólkini boðaðu løgregluni frá hendingini, og við upptøkum frá vakmyndatólinum á staðnum, varð tjóvurin eyðmerktur

Persónurin, ið hevur játtað seg sekan, er yvir 18 ár. Viðkomandi er nú skuldsettur fyri stuldur, og fær møguliga eina bót. Tá støða skal takast til revsingina í slíkum førum, veldst tað um, hvørt viðkomandi hevur gjørt slíkt fyrr, ella um hetta er fyrstu ferð, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder