Innanlands

Skuldsettur fyri brot á vápnalógina

Maðurin, sum skeyt við byrsu í Norðdepli hósdagin, er leyslatin aftur og skuldsettur fyri m.a. at handfara eitt vápn á vandamiklan hátt

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-04-18 09:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Maðurin, sum varð handtikin í gjár fyri at skjóta við byrsu í Norðdepli, er nú leyslatin aftur og skuldsettur fyri brot á vápnalógina.

Hann er skuldsettur fyri at handfara eitt vápn á vandamiklan hátt, og eisini er hann skuldsettur fyri í gáloysni at hava verið til vanda fyri onnur, men møguliga verður hendan skuldsetingin broytt til brot á skilhaldsreglurnar fyri at órógva onnur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Tað var um 10-tíðina hósmorgunin, at løgreglan fekk boð frá fólki í Norðdepli um, at ein maður gekk millum húsini og skeyt við byrsu upp í luftina.

Løgreglan hevur ongar ábendingar um, at maðurin hevur skotið eftir nøkrum øðrum.  Vápnaloyvi hjá manninum var eisini í lagi, men løgreglan hevur nú lagt hald á byrsuna.

Les eisini: Skjeyt við byrsu millum húsini í Norðdepli

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder