Innanlands

Skuldsettur fyri ikki at halda neyðugu frástøðuna

Seinnapartin í gjár var eitt lítið ferðsluóhapp í Havn

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-27 12:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vórðu tveir bilførarar í høvuðsstaðnum skuldsettir fyri brot á ferðslulógina.

Tann eini varð steðgaður av løgregluni um middagsleitið í gjár, og staðfest varð, at hann koyrdi ávirkaður av øðrum enn rúsdrekka.

Bilførarin varð sendur á Landssjúkrahúsið til blóðroynd, og bíðað verður nú eftir úrslitinum.

Ein annar bilførari varð skuldsettur fyri ikki at halda neyðugu frástøðuna, tá hann rendi í ein annan bil á Óluvugøtu í Havn seinnapartin í gjár. Tað kann hann vænta sær klipp í koyrikortið fyri.

Eingin fólkaskaði var, men ein persónur segði seg hava pínu í nakkanum, og tí varð sjúkrabilur sendur á staðið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder