2021-04-27 09:11

Ferðsluløgreglan var úti í gjár í einum átaki, sum málrættað gekk eftir at kanna bilførarar fyri rúsdrekkakoyring.
Ein bilførari varð avdúkaður og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Hetta var í Havn.
Blóðroynd varð tikin av bilføraranum, og bíðað verður nú eftir úrslitinum áðrenn farið verður víðari við hesum málinum, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald